- Sjúkufyribyrgingin innan føroysku alivinnuna er betri enn tann í Noregi. Av hesum hava føroyskir alarar minni felli í sínum alibrúkum.
Tað staðfestir ein greinarøð í Fiskeribladet Fiskaren sum í farnu viku hevði eina greinarøð um føroyska alivinnu við heitinum "Færøyene viser vei".
Fyri tíggju árum síðani var støðan júst tann øvugta, tá norskir alarar høvdu betri úrslit enn føroyskir.
Síðani hevur føroyska alivinnan fingið eina nýggja skipan, sum hevur givið føroyskum alarum munandi betri úrslit, og Føroyar hava lagt Noreg afturum seg við sjeymílafetum, skrivar Fiskaren.
Fyri sløkum tíggju árum síðani fingu vit eina nýggja skipan, har Føroyar vórðu býttar upp í øki við minst fimm kilometrum millum hvørt alibrúk, vit hava brakklegging og strangar reglur fyri flutningi av fiski og útgerð til og frá alibrúkum.
- Hetta er grundarlagið undir teimum góðu úrslitum, ið alivinnan hevur havt seinastu árini, skrivar Fiskaren. Blaðið leggur aftrat, at eisini í stríðnum ímóti lús hava føroyingar funnið loysnir, sum norðmenn nú læra av.
- Til dømis koyra føroyskir alarar heila presending rundan um nótirnar, tá teir avlúsa við hydrogenperoxid, soleiðis at teir sleppa undan at flyta fiskin úr ringinum. Norðmenn hava hinvegin verið vanir at taka fiskin úr ringinum í ein brunnbát, tá hann skal avlúsast við hydrogenperoxid.
- Fyrimunurin er, at alarar sleppa undan at pumpa og flyta fiskin, sum kann elva til størri felli.