Eftir at Duffy hevur givið tríggjar plátur út síðan 2008, fer hon nú at steðga við at gera tónleik. Hon hevur gjørt av at fáa sær familju við sjeikinum, Mike Phillips, ístaðin.
Seinasta pláta hennara, Endlessly, var ikki eitt serligt hitt og seldi ikki gott. Og ein vinkona hennara sigur, at hon ikki ætlar at halda á. Hon hevur eingin umboðsfólk í løtuni, sjálvt um nøkur hava bjóðað henni at taka yvir. Hon vil ikki.
Plátufyritøka hennara vann 177,5 milliónir krónir av hennara fyrstu plátu, Mercy, ið seldi sera væl. Men hennara single ´Well, Well, Well´ kom út beint fyri jól og seldi minni enn 4000 eintøk teir fyrstu tríggjar dagarnar.
Nú vil hon droppa sína sangyrkisleið fyri at fáa børn við sjeikinum, ið er rugby spælari.