Duettsongkvinna hjá Halli deyð

Amerikansk songkvinna, sum syngur duett við Halli Joensen á seinastu útgávu hansara, er deyð

Hósdagin doyði songkvinnan Dawn Sears 53 ára gomul. Hon fekk fyri tveimum árum síðani staðfest lungnakrabba, og nú doyði hon av sjúkuni.

Júst um tað mundið, tá ið Dawn Sears var blivin sjúk, var hon í studio saman við Halli Joensen, ið gjørdi innspælingar til eina duettfløgu við ymiskum kendum gestasangarum.

Hallur og Dawn sungu eina enska útgávu av sanginum Um Tú Hevur Tað Sum Eg – á enskum Tonight I’m Coming Home. Trýst á pílin í myndini omanfyri og hoyr sangin.

Dawn Sears var fýra ferðir tilnevnd Grammy heiðurslønir við bólkinum Time Jumpers. Hon var partur av bólkinum hjá Vince Gill, og hon var nógv umbiðin sum kórsangari í USA.

Eftir Dawn Sears sita maður og dóttir.