Duettin við nýggjari fløgu

”Lige 4 mere” er heitið á eini EP, ið júst er komin á danska marknaðin. Tað er føroyski útisetin, Ovin Klein Olsen, og danska sangarinnan, Pia Kamp Brincker, sum mynda tónleikabólkin Duetten, ið standa fyri útgávuni.

Fyrrárið góvu tey eina fløgu út við tveimum sangum á, og varð hon væl móttikin. Ovin sigur, at í hesum tíðum, har fólk frá hond taka sangirnar niður av alnótini, er tað alt annað enn lætt at selja plátur.

Tí er tað av alstórum týdningi at koma út til fólkið, tí tað er har, sølan er. Næstan hvørt vikuskifti er Duetten á ferð onkunstaðni í Danmark, tað verði seg í einum bygdarhúsi ella á einum marknaðarplássi, og hvørja ferð selja tey heilt fitt av fløgum.

Pia og Ovin hava ætlanir um at fara í holt við fleiri upptøkur í næstum.