Duch fekk 35 ára fongsul

Kaing Guek Eav, sum var ein av teimum ovastu leiðarunum í ræðustýrinum hjá Reyðu Khmerunum í Kambodja í sjeytiárunum, hevur fingið 35 ára fongsul fyri brotsverk ímóti mannaættini.

Tann 67 ára gamli Kaing Guek Eav, sum vanliga verður róptur Duch, var stjóri í fongslinum í kambodiska høvuðsstaðnum Pnom Penh síðst í sjeytiárunum. Sambært ákæruritinum hevði hann sum fongsulsstjóri ábyrgdina av, at minst 14.000 fólk doyðu í fongslinum. Hann varð eisini ákærdur og dømdur fyri dráp og píning.

Duch er tann fyrsti av leiðarunum hjá Reyðu Khmerunum, sum er komin fyri dómstólin, sum er skipaður við hjálp frá ST. Undir rættarmálinum bað hann fleiri ferðir um umbering fyri sínar gerðir.

Reyðu Khmerarnir ráddu fyri borgum í Kambodja frá 1975 til 1979, og hesi árini doyðu umleið 1,7 millión fólk.