Dubbi sendi øsku langt upp í loft

Gosfjallið Dubbi í eysturafrikanska landinum Eritrea fór at goysa í gjárkvøldið, og í dag hevur tað sent øsku millum 13 og 15 kilometrar upp í loft og órógvað flogferðsluna har um vegir.

Jarðfrøðingar siga, at takan er um eitt stórt gos. Tað er kortini ikki so stórt sum gosið í Grímsvøtnum í Íslandi herfyri, skrivar Morgunblaðið. Harafturat er munandi minni flogferðsla í Eysturafrika enn í Evropa.

Øskurokið úr Eritrea hevði við sær, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sum var í Ethiopia, gjørdi av at fara haðani ein dag fyrr enn ætlað, tí øskuskýggið var á veg tann vegin.