Eftir at hava fylgt kjakinum viðvíkjandi støðuni á føðideildini, har seinasta uppskotið frá landsstýrismannininum í almanna- og heilsumálum leggur upp til, at arbeiðsøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini bert skal snúgva seg um tað sjúka, hava vit hug at gera hesar viðmerkingar.
At býta upp í sjúkt og frískt er ein áskoðan, sum man bæði útbúgvingarliga og virkisøkisliga er farin frá fyri langari tíð síðani.
Sjúkrarøktarfrøðingar verða útbúnir og hava sostatt førleika til at útinna, miðla, menna og leiða sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi og fyribyrgjandi eins væl og viðgerandi, enduruppvenjandi og linnandi.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur verið heitur talsmaður fyri fyribyrging, og hevur hetta hugtak í stóran mun verið frammi í almenna kjakinum. Fokus hevur verið lagt á týdningin av heilsugóðum kosti og átøk hava verið gjørd til tess at fáa føroyingin at røra seg meiri. Seinasta útspælið frá landsstýrismanninum snýr seg um at herða roykibannið. Hesi átøk bera øll boð um, at tað er týdningarmikið at fyribyrgja heldur enn at viðgera tá ein er vorðin sjúkur.
Í tráð við hesa hugsan gerst fyribyrging ein alt størri partur av arbeiðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Vitan okkara um heilsufremjan, heilsuvarðveiting og fyribyrging ger okkum til ein sjálvsagdan part í slíkum arbeiði. Tá hetta er sagt, er týdningarmikið at undirstrika, at vitan okkara um sjúku so sanniliga eisini kvalifisererar okkum til slíkt arbeiði. Hon gevur okkum nevniliga eitt amboð at síggja eitt stig longur í mun til heilsustøðuna hjá fólki.
Tað er okkara áskoðan, at hesin førleiki eigur at koma øllum borgarum tilgóðar, eisini barnakonuni, pinkubarninum og familjuni sum heild.
Kristbjørg Petersen
Katrin Andersen
Jórun Højgaard
Hildur við Høgadalsá
Annemi Joensen
Kathrina L. Joensen
Kristianna Dam
Johild Dulavík
Anna Sofía Fjallheim
Sigrun Wardum










