Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, hevur Løgtingið sett 15 milliónir av til orkusparandi tiltøk í almennum bygningum.
Samstundis var ætlanin at stuðla upp undir byggivinnuna í kreppuni. Men tinglimir halda, at alt ov lítið er komið burtur úr.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum umsitur málið, sigur, at hennara boð vóru at talan skuldi vera um bygningar um alt landið, so at byggivinnan runt umkring fekk gagn av játtanini.
Eyðgunn Samuelsen, sum reisti spurningin í Løgtinginum í gjár, sigur, at sambært Anniku Olsen, eru eru fýra bygningar kannaðir higartil.
Í Klaksvík er talan um at bjálva skorsteinin og umvæla hita og luftskiftið í skúlaheiminum.
Og í Havn er talan um at skifta vindeygu í gamla Dronning Alexandrines Hospital á Landssjúkrahúsinum. Samstundis skulu Skansapakkhúsið og Salurin í Tinganesi bjálvast og umvælast.
Ætlanin er at bjálva og umvæla hesar bygningarnar fyri 4,5 milliónir og hetta verður ætlandi sett ígongd í næstum.
Harafturat eru 14 aðrir bygningar kring landið kannaðir og ætlanin er so at taka støðu til teir í næstum.
Í Suðuroy eru tað:
-Varda Verkstaðið á Bakka í Vági
-Skrivstovan hjá Landsverki í Øravík
-Akstovan á Drelnesi
-Suðuroyar Sjúkrahús á Tvøroyri
Mett verður, at 3,5 milliónir kunnu brúkast til orkusparandi tiltøk á hesum fýra bygningunum
Í Klaksvík eru tað
-Sjúkrahúsið
-Sjómansskúlin
-Tekniski skúli
- Skúlaheimið
Ætlanin er at brúka 3,2 milliónir til bjálving og onnur orkusparandi tiltøk í hesum bygningunum.
Í Havn eru tað
-Lærarskúlin
-Vinnuháskúlin
-Kringvarpið
-Mentamálaráðið
-Akstovan
-Landssjúkrahúsið
Mett verður, at 9,6 milliónir skulu brúkast til at bjálva og onnur orkusparandi tiltøk til hesar bygningarnar
Men nú er tørvurin komin upp á 20,8 milliónir, men sum tað sæst í hinari greinini, skulu 2,8 milliónir brúkast til kanningar, av teimum 15, sum eru játtaðar. Tí eru bara 13,2 milliónir eftir at arbeiða fyri og sostatt má raðfestast og skarvast av onkustaðni.
Les eisini greinina: Arbeiðsskapandi tiltak druknar í pappírum