Tað kundi nærum ikki gingið skjótari við rakstri, drápi, merking og útkomu av seðlunum.
Klokkan var um hálvgum tvey, tá menn sóu eina grind út fyri Lambavík. Avgjørt varð síðani at reka hana inn á Gøtu, har hon gjørdi landgongd.
Av politistøðini í Runavík upplýsir Ingibjørn Eldevig, at drápið byrjaði kl. 15:45 og kl. 15:59:00 var tað liðugt. Tað vil aftur siga, at eftir einans 14 minuttum var drápið av!
Tá høvdu menn tikið lívið av 131 hvalum í einum fyrimyndarliga væl skipaðum drápi.
Hálvan tíma seinni var øll grindin komin á havnalagið í Norðragøtu, og kl. 22:30 komu seðlarnir út í Gøtu.
Tey 950 skinnini vórðu skift sundur til Gøtu kommunu og til grindamenninar.
Nýggjur knívur
Millum fólkini í drápinum var djóralæknin, Jústines Olsen. Hansara uppgáva var rættiliga serstøk og spennandi.
Í longri tíð hevur nevniliga verið arbeitt við at menna ein nýggjan grindaknív, sum einfalt, skjótt og lætt kann skera ein hval á háls.
Í hesi seinastu grindini fingu hann og aðrir enn einaferð ein gyltan møguleika at royna henda knívin ella rættari sagt hetta spjótið sum ger av við hvalin ómakaleyst og skjótt.
Talan er um ein knív, sum Kristian Glerfoss á Argjum er komin við hugskotinum til, og sum ein so líðandi hevur arbeitt víðari við.
Seinnapartin í gjár vóru so fleiri av hesum knívum nýttir í drápinum. Við hesum amboðinum kann ein stinga beinleiðis niður í mønina, uttan at neyðugt er við longum skuri allan vegin runt.
- Hetta vísti seg at rigga avbera væl. Og tað tyktist sum menn eru fegnir um henda nýggja knívin, sigur Jústines Olsen. Duga teir at skera hval á háls, duga teir eisini at nýta nýggja knívin.
Ein slíkur knívur kostar um 3000 kr., men tá er eisini talan um dygdarhandverk, besta tilfari og eitt handugt amboð til grindadrápið.