Um dagarnar legði Bjørn Patursson út eina mynd av drunnhvítapisu í Koltri, sum er heldur sein á veg, nú jólamánaðurin er byrjaður.
Hann deildi tekst og mynd út á Facebook-vangan, Fuglar í Føroyum, og útleggingin sæst eisini á Facebook-vanganum, Koltur.
- Onkur drunnhvítapisa er heldur sein á veg í ár. Hesin fitti vinurin er í Salthúsinum og er ikki rýmdur heiman, nú vit skriva 1. desember.
Bjørn Patursson hevur áður lagt myndir út av drunnhvíta, sum reiðrast í gomlu gróthúsunum í Koltri.
Snar veit um drunnhvíta at siga, at fuglurin reiðrast ymsastaðni í Føroyum, tó mest í Urðini í Nólsoy.
Summi halda, skrivar Snar, at ongastaðni í heiminum er so nógvur drunnhvíti sum í Nólsoy.
##med2##
- Drunnhvíti er flytifuglur. Í Føroyum eru umleið 30.000 drunnhvítar ringmerktir, og tí vita vit, at teir halda til á havinum út fyri Suðurafrika.
Lagt verur aftrat, at drunnhvíti verpur eitt egg um ólavsøkutíð. Tá pisan er sjey vikur gomul, rýma foreldrini.
- Men, tá er pisan so feit, at hon kann ikki fara á flog. Eftir 10-12 døgum er hon tó lætnað so mikið, at hon kann fara á flog og halda leðina suður til Afrika.
Snar leggur aftat, at rotta er ringasti fíggindi hjá drunnhvíta.
- Drunnhvíti er sum grátíttlingur til støddar og er millum minstu fuglar, ið liva úti á havi, veit Snar eisini at siga.
So, er spurningurin, um hesin lítli drunnhvítaungin megnar longu leiðina suður til Afrika, áðrenn veturin kemur her í Norðuratlantshavi.