Trongisvágur: Klokkan 11.40 fekk løgreglan boð um, at tvey børn vóru dottin í Stórá í Trongisvági, og alt fyri eitt varð leiting sett í verk. Ein tíma seinni vórðu børnini funnin við norðrara arm á Trongisvágsfirði. Beinanvegin vórðu tey flutt á sjúkrahúsið, har staðfest varð, at børnini vóru deyð.
Túr við barnagarðinum
Sýslumaðurin á Tvøroyri, Sommer Joensen, upplýsir, at útibarnagarðurin á staðnum var farin túr henda morgunin. Tríggir leiðarar vóru farnir túr við nøkrum børnum, teirra millum vóru sjey ára gamla gentan og seks ára gamli drongurin.
Tey gingu eftir eini gøtu, sum gongur framvið ánni Stórá. Millum plantasjuna og brúnna í Lambabyrgi er tað, at børnini detta í ánna, sum í gjár var óvanliga stór. So stór, at heldur ikki eitt vaksið fólk hevði bjargað sær, um tað var dottið í ánna.
Tvey fólk í einum húsum skamt har frá síggja børnini, tá tey ganga framvið ánni. Brádliga síggja tey, at annað barnið kemur flótandi eftir ánni, meðan hitt barnið rennur á áarbakkanum.
Eingin sær fyrra barnið detta í ánna, og heldur eingin sá, tá seinna barnið datt í ánna.
Funnin ein tíma seinni
Løgreglan fær boðini lítla løtu seinni. Sløkkilið, sjúkrabilar, bjargingarfelagið og fleiri onnur fóru umgangandi í gongd við at leita. Ein tíma eftir, at fráboðanin kom til løgregluna, vórðu børnini funnin á norðrara armi á Trongisvágsfirði. Tað vóru fólk á landi, sum bóru eyga við tey bæði børnini, sum flutu í sjónum.
Beinanvegin tey vóru fingin í land, vórðu tey flutt á sjúkrahúsið har staðfest var, at sjey ára gamla gentan og seks ára gamli drongurin vóru deyð.