Ein syndarlig vanlukka á Hulki á Strondum í gjár kravdi eitt mannalív
Ein 58 ára gamal maður av Strondum druknaði, tá ið hann fór á sjógv við bili sínum út av bryggjuni á Hulki. Løgreglan fekk fráboðan um tilburðin klokkan 10.10 fyrrapartin í gjár.
Eingin sá, hvat hendi, men fólk hoyrdu, tá bilurin fór á sjógv. Eingin visti tó, hvussu mong fólk vóru í bilinum, men froskmenn kundu staðfesta, at ein maður var í bilinum.
Maðurin varð fingin upp á turt og koyrdur á Landssjúkrahúsið, men har varð staðfest, at maðurin var deyður.










