Drukkin Liverpool spælari skoraði

Premier League: Hendingarík vika fyri Roberto Firmino

Jólaaftan bleiv framherjin hjá Liverpool, Roberto Firmino tikin fyri rúsdrekkakoyring. Í dag skoraði hann leiðslumálið, tá Liverpool vann 4-1 á Stoke á heimavølli. Við sigrinum er Liverpool nummar tvey í Premier League.

 

Les eisini: Spælari hjá Liverpool tikin fyri rúsdrekkakoyring

 

Tað var annars Stoke, sum kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Eina løtu sá út til, at gestirnir fór at halda fast og kanska enntá økja um leiðsluna. Tíggju minuttir fyri hálvleiki gekk tó ikki longur og Adam Lallana javnaði.

 

Ein minutt fyri hálvleik kom so løtan, tá brasilski Roberto Firmino slapp at skjóta inni í brotsteiginum. Bólturin rakti báðar stengurnar, áðrenn hann sníkti seg um málstrikuna. Í seinna hálvleiki gjørdi Stoke fyrst sjálvmál, áðrenn innskifti Daniel Sturridge staðfesti sigurin við máli nummar 100 í Premier League, síðani Jurgen Klopp tók yvir á Anfield.

 

Roberto Firmono skal 31. januar í rættin, ákærdur fyri rúsdrekkakoyring. Tað ávirkaði so ikki avrikið í dag, men tann dagin skal Liverpool spæla móti oddaliðnum Chelsea. Seinasti dysturin í 18. umfari verður í annaðkvøld millum Southampton og Tottenham.

 

Premier League 18. umfar:

Í gjár:

Watford 1 - 1 Crystal Palace

Arsenal 1 - 0 West Bromwich Albion

Burnley 1 - 0 Middlesbrough

Chelsea 3 - 0 AFC Bournemouth

Leicester City 0 - 2 Everton

Manchester United 3 - 1 Sunderland

Swansea City 1 - 4 West Ham United

Hull City 0 - 3 Manchester City

 

Í dag:

Liverpool – Stoke 4-1

 

Í morgin:

Southampton – Tottenham (19.45)


1

Chelsea

18

15

1

2

38

11

27

46

2

Liverpool

18

12

4

2

45

21

24

40

3

Manchester City

18

12

3

3

39

20

19

39

4

Arsenal

18

11

4

3

39

19

20

37

5

Tottenham Hotspur

17

9

6

2

29

12

17

33

6

Manchester United

18

9

6

3

27

18

9

33

7

Everton

18

7

5

6

23

21

2

26

8

Southampton

17

6

6

5

17

16

1

24

9

West Bromwich Albion

18

6

5

7

23

22

1

23

10

Watford

18

6

4

8

22

30

-8

22

11

West Ham United

18

6

4

8

23

32

-9

22

12

AFC Bournemouth

18

6

3

9

23

31

-8

21

13

Stoke City

18

5

6

7

20

28

-8

21

14

Burnley

18

6

2

10

17

28

-11

20

15

Middlesbrough

18

4

6

8

16

20

-4

18

16

Leicester City

18

4

5

9

23

31

-8

17

17

Crystal Palace

18

4

4

10

29

33

-4

16

18

Sunderland

18

4

2

12

16

31

-15

14

19

Swansea City

18

3

3

12

21

41

-20

12

20

Hull City

18

3

3

12

14

39

-25

12

(Livescore)