Droymir um at geva út eitt sangkatalog

(Ljóðsamrøða) Hoyr Una Arge greiða frá tí nýggju fløguni hjá sær

Fyri stuttum kom út tann triðja fløgan hjá Una Arge við egnum løgum. Hendan triðja fløgan nevnist "Meðan vindurin strýkur". Fløgan er givin út í samstarvi við Tutl.

 

Nú er dreymurin hjá Una Arge at geva út eitt sangkatalog við løgunum hjá sær.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Una Arge greiða frá nýggju fløguni, tekstunum og hansara framtíðarætlanum innan tónleik. Á ljóðfíluni hoyrast brot úr fýra sangum á nýggju fløguni.

 

Um útgávuna skrivar Fríðálvur Jensen, føroyskar tónleikaviðmerkjari: - Tað er nakað Uni dugir sera væl, tí tá vit verða sett støðuna at gita og hugsa, er tað júst tað vit vilja.


Tekstirnir eru tað, eg hugsi mest um í hesi og hansara útgávum, men hann hevur við hesari vilja fingið góðan “mainstreamaðan” tónleik inn og tað hevur hann sanniliga megnað.


Tá hann júst hevur valt hesar umstøðurnar og við so góðum tónleikarum, eri eg bæði undirhildin tónleikaliga og ikki minst við tí boðskapi, Uni vil bera okkum.


Tónleikurin er sera einkul fólksligur popp/rockur, sum fær ein at forvitnast og tað er júst ein av styrkjunum hjá Una, at tú fer at lurta nærri.


Fyri at nevna okkurt av løgunum, eri eg sera fegin um lagið “Vangamyndir,” sum lýsir støðuna í hesum tíðum og so svingar lagið væl.


Ein sera væl frágingin útgáva, skrivar Fríðálvur Jensen.