Hvat droymdi tú um at blíva sum smádrongur?
Eg droymdi um at gerast skipsførari. Eg fór út í verðina at sigla sum 16 ára gamal.
Hvat minnist tú best frá barnaárunum?
Eg minnist serliga væl ítrótt og at ganga á fjalli, umframt at ríða á hesti.
Hvar vildi tú helst búð?
Í Føroyum. Á Argjum.
Hevur tú nakran fenað?
Eg gangi á fjalli, og onkuntíð havi eg havt urðarseyð. Annars havi eg hest.
Hevur tú bát?
Nei, ongan bát.
Hvat er tín lívrættur.
Eingin ivi: Ræst kjøt!
Dugir tú at gera mat?
Ja, tað geri eg.
Lesur tú nógv.
Ja, tað geri eg. Umframt dagbløðini lesi eg nógvar bøkur eisini.
Hvar dámar tær best at ferðast?
Mær dámar best at ferðast í teimum heitu londunum. Á Gran Canaria ella Tenerife til dømis.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Eitt sindur, men ikki nógv. Eg kundi ynskt mær, at tað var meir.
Um tú vanst eina ferð, hvaðar skuldi hon so gingið?
Kuba. Mær dámar væl Kuba, havi siglt har yviri í Karibien, og mær dámar væl fólkaslagið har.
Verður tú framvegis innan somu vinnu um 10 ár?
Tað vóni eg, ja.