Óla Jákup Kruse
-------------------------
Fyrst, men ikki minst, vil eg hjartaliga takka harra Laksafoss fyri tað vælmeinta skattalættauppskotið, verka- og arbeiðarafjøldini at gagni, men, sum so síðan, av samgonguni bleiv vanskeplað til eitt heilt annað uppskot, ið so at siga bert gav teimum háløntu størsta skattalættan.
Ja, so ófantaliga legði nýklakta droya samgonga árarnar út. Ein kundi trú, at her var slíkur skundur, at tíð varð hvørki til at hyggja eftir um homlubond, ára- ella borðskeytar ella tollar vóru á samgonguskutuni, og helst ongin nøgla.
Ja, soleiðis skuldi okkara verkafólk, á hesum sinni, við eini javnaðarleiðslu, uppliva onki umboð at eiga á tingi.
Ikki hevði okkara góða gamla løgmanni, harra Peturi Mohr Dam, sála, dámt slíka viðferð, ið hendan samgongan borðreiðir fyri føroyska verkafólkinum.
Petur Mohr Dam, sáli, var ein hollur stuðul og ein hjartaligur verkamannavinur, har hann við kønari hond og hegni, saman við verkamannafjøldini reisti ta sokallaðu javnaðarháborgina, ein háborg, har verkafólk okkara altíð føldi ein fløva við grúgvuna.
Eitt skal okkara nýklækti løgmaður Eidesgaard vita, og tað er: at hevur okkara verkafólk, undir leiðslu av P. M. Dam, sála, uppbygt javnaðarháborgina, so ber tað eisini hesum somu verkafólkum, undir leiðslu av Eidesgaard løgmanni, til at ríva hesa somu javnaðarháborg niður aftur, um so er, at verkamannaumboðini ikki finnast í landsins leiðslu, hóast gott val og løgmann.
Tað hevði verið ein klænur og skeivur varði at sett í søgubøkurnar til okkara eftirkomarar at lisið um, at javnaðarháborgin fall undir leiðslu av Eidesgaard løgmanni, tí hugsað varð ikki um at leggja aftur at eldinum á javnaðargrúgvuni, og sum so við eitt var øskukøld.
Men ráð eru fyri hesum: um javnaðarumboðini bera so í bandi, at skattalættauppskotið hjá Laxksafoss kemur at virka eftir ætlan, nevniliga, at tey lágløntu fáa ein skattalætta upp á uml. 2.800,- kr. um mánaðin, tey miðalløntu fáa ein skattalætta upp á uml. 1.600,- kr. um mánaðin og tey vælbjargaðu háløntu fáa ein skattalætta upp á uml. 120,- um mánaðin, so er ein vón at hóma fyri framman, tí Javnaðarflokkurin hórar ikki undan, vendir hann verkamannafólkinum bakið.