Palli Dalsgaard
__________
Tað hevur altíð verið og er ein frøði hjá teim allar flestu, tá kongavitkjan er her hjá okkum. Tað er ein stuttleiki at síggja tey, og at síggja tey sum taka ímóti teimum. Eisini nýta vit gott av øllum tí, sum verður fríðka og gjørt í stand framman undan til tey skulu koma.
Henda Drottningavitjanin var nakað serligt, við tað at Fredrik, krúnprinsur og Mary, krúnprinsessa, vóru við. Tey settu sín serliga dám á vitjanina. Mátin prinsessan heilsaðu børnunum var so hjartaligaur, at børnini fingu mót til at tosa, bæði við prinsessuna og við tíðindafólki.
Hvat taluni hjá Drottningini í Norðurlandahúsinum viðvíkur, eri eg ikki førur fyri at ætla um, men eitt gott var í hvussu er við taluni, hon gav tjóðvelisfólkunum nakað av tilfari at skriva og tosa um, kanska klaga um eisini.
Síðan yvirtøkulógirnar báðar vóru viðtiknar á Løgtingi og í Fólkatinginum, er tilfarið hjá Tjóðveldinum fari at tinnast, og tað er alt annað enn gott. Um hesar lógir er so nógv tosað og skrivað, at munnu ikki tey allar flestu vera troytt at hoyra meira um tær?