Drotning Margretha hevur í kvøld hildið sína nýggjársrøðu, sum var merkt av einum hendingaríkum ári. Maður hennara, Prins Henrik, doyði í vár, og hetta kom hon sjálvsagt inná. Hon legði eitt nú eisini stóran dent á børnini í samfelagnum og umrøddi menningina og ávirkanina av sosialum miðlum.
Sum siðvenja er, so sendi drotningin eisini sína heilsan til Grønlands og Føroyar. Í summar var Krúnprinsafamiljan á vitjan í Føroyum, og hendan vitjanin fekk eisini sítt serliga pláss í nýggjársrøðuni. Drotning Margretha segði soleiðis:
- Krúnprinsaparið møtti einum nýmótans samfelag í stórum vøkstri og í stórari menning, men eisini einum fólki, sum er tilvitað um, hvørji tey eru. Føroyingarnir hava eitt gestablídni og ein hita, sum eg minnist frá teimum ferðunum, Prins Henrik og eg vitjaðu landið.
- Í kvøld vil eg siga stóra tøkk til øll, sum gjørdu vitjanina í Føroyum til eitt einastandandi upplivilsi fyri Krúnprinsaparið og teirra børn.
- Eg ynski øllum í Føroyum eitt gott nýggjár.
HER ber til at síggja og lesa alla nýggjársrøðuna hjá Drotning Margrethe.