Drotningin verður ikki útflýggjað

Í Meksiko hevur ein dómstólur gjørt av at vísa aftur einari áheitan frá myndugleikunum í USA um at útflýggja eina kvinnu, sum sambært amerikanarunum er undir illgruna fyri at hava smuglað nógv rúsevni úr Meksiko til USA.

Meksikanski dómstólurin hevur tvørturímóti fríkent kvinnuna fyri rúsevnasmugling og skipað brotsmannavirksemi. Hon sleppur tó ikki úr varðhaldinum, tí hon er framvegis ákærd fyri fíggjarlig brotsverk.

Kvinnan eitur Sandra Avila Beltran, men verður vanliga rópt "Drotning Kyrrahavsins". Hon er systkinabarn ein av teimum ringastu rúsevnasmuglarunum í Meksiko og meiri enn væl við ein sokallaðan rúsevnabarón í Kolombia. Júst hetta seinna sigst hava viðvirkað til gott og veksandi samstarv millum rúsevnaharkalið í Meksiko og Kolombia, skrivar Reuters.