Heldur ikki hesaferð eydnaðst tað drotningini at sleppa til Mykinesar. Túrurin er avlýstur vegna mjørka. Í staðin fer fylgið við drotningini á flogvøllin um 10:30 tíðina. Eftir tað verður farið til Bíggjar at eta. Síðani verður skráin sum ætlað - og tann parturin sær av skránni sær soleiðis út:
Kl. 13.00 Komið verður í Vága floghavn
Kl. 13.05 Fráferð Vága floghavn
Kl. 13.15 Komið verður til Miðvágs
Albert Ellefsen, borgarstjóri tekur ímóti dotningahjúninum við Krígssavnið. Bjørg Bláberg handar H.H. Drotningini blómur. Borgarstjórin navnnevnir bygdráðslimirnar sum eru hjástaddir.
Albert Ellefsen, borgarstjóri heldur stutta røðu og Vága sangkór hevur lítla konsert.
Kl. 13.30 Vitja verður á »Krígssavninum«. Karl Johan Nielsen nevndarformaður greiðir frá savninum. Undir vitjanini er nevndin fyri savnið eisini til staðar.
Kl. 14.15 Fráferð Miðvágur
Drotningahjúnini
Kl. 15.00 Komið verður til Vestmanna
Komið verður til Fiskivinnuskúlan. Karl A. Olsen, borgarstjóri tekur ímóti drotningahjúninum. Bjørk Gaard Magnussen handar H.H. Drotningini blómur. Borgarstjórin navnnevnir bygdarráðslimirnar sum eru hjástaddir. Jákup Andreasen, skúlastjóri greiðir frá um skúlan og heilsað verður uppá starvsfólk og næmingar. Skúlin er bygdur í 2009. Frálæran á skúlanum er á studentaskúlastøði har dentur verður lagdur á vinnuna‐ og matvøruídnaðin.
H.H. Drotningin
Kl. 15.25 Karl A. Olsen, borgarstjóri Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Dan M. Knudsen ríkisumboðsmaður fylgja H.H. Drotning Margrethu til »Søgusavnið«.
Kl. 15.30 Gunnar Skúvadal, leiðari tekur ímóti. Herleif Hammer greiðir frá um »Søgusavnið«. Á søgusavninum eru søguligir persónar og samtíðarhendingar lýst í eftirgjørdum føroyskum umhvørvi.
Kl. 16.00 Fráferð frá »Søgusavnið«
Kl. 16.15 Komið verður til Vestmanna Kirkju Jóan Magnus Olsen, kirkjuráðsformaður og Agnar Nielsen, næstformaður taka ímóti. Palli Gregoriessen, arkitektur og Astrid Andreasen, listarkvinna greiða frá um kirkjuna og kirkjukórið syngur ein sálm.
Kl. 16.45 Fráferð Vestmanna Kirkju
Koyrt verður til Kongaskipið »Dannebrog«
H.K.H. Heindrikkur Prinsur
Kl. 15.25 Fráferð Fiskivinnuskúlin
Koyrt verður til SEV (Mýruverkið)
Kl. 15.40 Páll á Reynatúgvu, stýrisformaður og Hákun Djurhuus, stjóri taka ímóti og greiða frá virkseminum hjá SEV.
Kl. 16.15 Fráferð SEV
Koyrt verður til Ungdómshúsið »Staðið« Niðarivegur ? Ovarivegur ? Toftavegur ? Skálavegur ? Bakkavegur
Kl. 16.30 Komið verður til ungdómshúsið »Staðið«. Pauli Magnussen, leiðari og frú Evelyn Gaard bygdaráðslimur taka ímóti, og heilsað verður uppá starvsfólk og brúkarar. Styttri framførsla verður av nýggjari tónleiki.
Kl. 16.50 Fráferð Ungdómshúsið »Staðið«.
Herit Magnussen, varborgarstjóri, Jørgen Niclasen, varaløgmaður spáka saman við
H.K.H. Heindrikki Prinsi til Kongaskipið »Dannebrog«.
Drotningahjúnini
Kl. 19.20 Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Dan M. Knudsen ríkisumboðsmaður heintað drotningahjúnini av Kongaskipinum »Dannebrog«.
Kl. 19.25 Komið verður til Fiskivinnuskúlan
Kl. 19.30 Døgurði á Fiskivinnuskúlanum
Klædnabúni: Myrk klæði/Stuttan kjóla
Karl A. Olsen bjóðar vælkomin.Gávuhandan.
Kl. 21.30 Fráferð Fiskivinnuskúlin
Kl. 21.40 Komið verður til Kongaskipið »Dannebrog«