Drotningin sakk

Bæði ferðafólk og manning vórðu bjargað, tá kanadiska ferjan "Queen of the North" sakk.

Enn veit eingin við vissu, hví tann 125 metrar langa ferjan sakk nærhendis oynni Gil Island úti fyri kanadisku vesturstrondini, men ferðafólk hava greitt frá, at tey hoyrdu ein hvøllan brest, stutt áðrenn skipið tók at søkka.

Reiðaríið kunngjørdi í gjár, at øll tey 99, sum vóru við "Queen of the North", vóru bjargað, men seinni bleiv fráboðað, at ivi kortini var um tvey ferðafólk. Gerald Foisey og Shirley Rosette høvdu keypt ferðaseðil, men tað er óvist, um tey nakrantíð fóru umborð á skipið. Ein møguleiki er, at tey vóru við, og at tey vórðu bjargað, men at tey vóru farin, áðrenn reiðaríið fekk stundir at skráseta tey.

´"Queen of the North", sum tók 700 ferðafólk og 150 bilar, sigldi ímillum Vancouver, Seattle og Alaska.