Drotningin hevði sjálv biðið um at sleppa upp á unga garpin úr Vestmanna, sum herfyri fekk Ingebøl-steypið fyri bragdið, ið hann framdi ólavsøkudag í fjør. Hennara hátign er verji hjá Ingebøl-grunninum, sum letur steyp fyri slík brøgd.
Magnus var miðpunktið
Tá ið Magnus heilsaði upp á drotningina og Henrik prins, spurdu tey bæði hann ymiskar spurningar um bragdið.
Henrik prinsur spurdi millum annað, hvussu gamal Magnus var, tá ið hann framdi bragdið, og um tað hevði verið kalt at ligið í sjónum. Magnus svaraði, at tað hevði tað verið, meðan blitzini arbeiddu við fullari megi. Bert eitt avmarkað tal av fjølmiðlafólki slapp innar í høli, har Margreta drotning og Magnus heilsaðust, men tað er einki at taka seg aftur í, at tað hevur verið ein løgin kensla hjá Magnusi, at fleiri myndatól og upptøkutól hjá bæði donskum og føroyskum sjónvarpi snurraðu og høvdu hann í fokus allatíðina.
Margreta drotning spurdi eisini foreldrini hjá Magnusi, Marin og Jóan Paula, um tað ikki hevði verið ein skelkandi uppliving fyri familjuna, og tað játtaðu tey bæði.
Alt húski í Vestmanna var við til hátíðarløtuna, og bæði Magnus, yngri bróðurin Tórur, og tey bæði foreldrini vóru í føroyskum búna, og tað gjørdi ikki løtuna minni hátíðarliga.
Líka nervøsur fyri miðlunum
Tá ið vit hittu Magnus eftir hátíðarløtuna saman við teimum kongaligu, var hann ógvuliga lítillátin, men hann segði, at tað hevði verið stuttligt at heilsa upp á drotningina. Nú vóru fleiri fjølmiðlafólk til staðar, og tað er neyvan lætt hjá einum 9 ára gomlum drongi úr Vestmanna at skula svara spurningum frá eini 10-15 nærgangandi journalistum. Magnus segði eisini, at hann var líka nervøsur fyri at skula tosa við allar miðlarnar, sum hann hevði verið fyri at heilsa upp á drotningina.