Drotningin og mentamálaráðharrin

Mamma Jógvan á Lakjuni, sum minnist aftur til kongsvitjanina í 1930, hevur sjáldsamt minni frá kongsvitjanini í 1963 hangandi í stovuni í Fuglafirði

KONGALIGT MINNI

Tað munnu vera tey, sum eiga serlig minni frá kongaligum vitjanum. Setningurin var at finna okkurt sovorðið, og tá datt myndin, sum hongur í stovuni hjá Mariu á Lakjuni í Fuglafirði fram úr minnisgoymsluni. Hon er vorðin ikki minni áhugaverd, nú drotningin vitjar, og Jógvan á Lakjuni er mentamálaráðharri.
Myndin er frá 1963, og tað er eingin ivi um, at tað eru Fríðrikur kongur og Margretha, sum tá var 23 ára gomul krúnprinsessa, sum sita í bilinum. Bilførarin er ikki á myndini, men hann var Hjørleif Waag Høgnesen, sum frá síðst í fimti árunum og í mong ár var kongaligur bilførari í Klaksvík.
So er tað smádrongurin, sum sæst í hinum vindeyganum. Kanska líkist hann sær sjálvum eitt sindur. Tað kann hvør einstakur meta um. Í dag er hann kendur maður í Føroyum, tí talan er um Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum.
Tá ið vit biðja hann greiða frá, hvussu henda myndin kom í lag, so sigur hann seg ikki minnast so nógv, og hann minnist einki til, at hann skuldi fotograferast.
- Eg var 10 ára gamalur og í Klaksvík og ferðaðist. Har átti eg mostrar og mammubeiggja, og kanska var eg farin inn til Klaksvíkar, tí kongur og allar tríggjar prinsessurnar skuldu vitja. Eg minnist tað ikki. Men eg minnist, at Victor systkinabarnið og eg vóru uttanfyri Christianskirkjuna, tá ið tey kongaligu vóru har í sambandi við vígsluna 7. juli í 1963. Sum myndin vísir, so havi eg roynt at fingið so nógv við, sum tað hevur borið til. Fjarstøðan til tey kongaligu hjá fotografinum og mær vísir, at trygdartiltøkini tá í tíðini ikki vóru av tí slagnum, sum tey eru tað í dag, heldur Jógvan á Lakjuni.

Kongsvitjanin í 1930
Maria á Lakjuni, mamma Jógvan, fekk at vita um myndina, tá ið ein systir visti at siga henni, at mynd av Jógvani og teimum kongaligu hekk í vindeyganum hjá fotografinum, sum tað varð sagt í Klaksvík tá.
Næsti spurningurin er so, hvør fotografurin var, og tað var skjótt at finna fram til. Í 1963 var bara ein fotografur í Klaksvík. Tað var Ruth Andersen, sum hon tá æt. Nú eitur hon Ruth Miðskarð, og hon býr framvegis í Klaksvík.
- Eg minnist væl hasa myndina. Men eg visti ikki av, fyrrenn tú nú sigur mær tað, at smádrongurin var Jógvan á Lakjuni, sigur Ruth Miðskarð, sum var fotografur í fleiri ár í Klaksvík. Hon kom til Klaksvíkar í 1960 og arbeiddi eitt stórt ár hjá Eliesari Poulsen, sum hevði Thule bókhandilin og eisini fotohandil. Síðani arbeiddi hon fyri seg sjálvan. Fyrst í hølum hjá Eskildi Norðbúð og síðani í kjallaranum í Føroya Banka.
- Eg haldi, at handa myndin, sum eg helt vera so góða, at eg forstørraði hana, hekk í vindeyganum, tá ið eg arbeiddi í hølunum hjá Eskildi Norðbúð, minnist Ruth Miðskarð aftur á.
Og so fær Mia á Lakjuni orðið:
- Tá ið eg kom til Klaksvíkar, fór eg inn á gólvið hjá fotografinum og keypti myndina. Síðani hevur hon hingið í stovuni her hjá okkum, og viðhvørt hevur hon verið samrøðuevni. Eisini nú tá ið tú spyrt um hana, sigur Mia, sum heldur seg vera vorna nakað gamla, tá ið hon minnist aftur til kongsvitjanina í 1930:
- Tá vitjaðu Alexandrina drotning og Christian 10. kongur í Føroyum, og eg minnist væl tann dagin, tá ið tey vóru í Fuglafirði. Tað var eingin kei í Fuglafirði tá. Kongshjúnini komu við báti frá Dannebrog. Eg var níggju ára gomul, og eg minnist, at vit skúlabørn stóðu stillaði upp á Piddasa brúgv. Veðrið var so gott, at eg var í berum nýggjum kjóla. Rímuligt vóru vit spent, og hetta var ein hátíðarløta. Men eg minnist einki um, hvat tey kongaligu gjørdu í Fuglafirði.

Vertur
Hesa ferð skal Jógvan á Lakjuni ikki bara hyggja at Margrethu inn ígjøgnum rútin í einum bili. Hann skal sita í bilinum saman við drotningini.
Tá ið tey kongaligu koma í Tinganes, skal landsstýrið taka ímóti. Tá ið drotningin og prinsurin fara at vitja í Dómkirkjuni fyrrapartin mánadagin, verður landsstýrismaðurin í mentamálum har. Seinni sama dag skal hann rundtúr við teimum, og tá verður tað, at hann fer at sleppa inn um rútin, sum hann stóð uttanfyri fyri 42 árum síðani.
Jógvan á Lakjuni skal taka ímóti drotningini, tá ið hon fer at vitja Fornminnissavnið, og so skal hann við henni at leggja grundarsteinin til kirkjuna í Hoyvík og í húsini hjá Williami Heinesen í Varðagøtu, áðrenn hann fer at fylgja henni umborð aftur í Dannebrog.
Hvat sigur tú um tað?
- Eingin ivi er um, at eg eri fullveldismaður. Men sjálvandi er tað hátíðardámur yvir tí, tá ið statshøvdið vitjar okkum, og eg havi stóra virðing fyri Margrethu drotning, sum eg gleði meg at hitta, sigur Jógvan á Lakjuni.