Drotningin má búgva í landi í Føroyum

Einki kongaskip verður at hýsa Margrethu drotning

Um vikuskiftið fekk danska kongaskipið Dannebrog maskinskaða á veg úr Danmark til Føroya, her Margretha drotning kemur á vitjan hósdagin. Báðir motorarnir á Dannebrog steðgaðu, og skipið mátti sleipast til Frederikshavn, har tað skal umvælast.

 

Kongaliga fylgið var ikki umborð á Dannebrog. Tey flúgva sum vant til Føroya og plaga síðani at nýta skipið á ferðini í Føroyum.

 

Nú er greitt, at Dannebrog verður ikki brúkt, tá ið Margretha drotning byrjar almennu ferðina í Føroyum hósdagin. Ætlanin var, at Dannebrog skuldi sigla drotningina inn á Havnina, men hetta verður á ongum. Tað váttaði løgmaður í samrøðu við FM1 á middegi. Enn er óvist, um Dannebrog kemur seinni, ella um skipið als ikki kemur til Føroya í hesum umfari.

 

##med2##

 

Drotningin plagar at búgva umborð á Dannebrog, men nú mugu broytingar gerast í hennara uppihaldi í Føroyum. Drotningin má tí á hotell at búgva – um hon ikki leigar sær eina Airbnb íbúð ella finnir sær annan bústað.

 

Dannebrog fekk maskinskaða á veg til Føroya