Drotningin komin til landið

Drotningahjúnini komu við flogfari í Vágar í dag klokkan 16. har løgmaður, ríkisumboðsmaðurin, fútin og flogvallaovastin tóku ímóti.

Farið varð beina leið umborð á kongaskipið »Dannebrog«, sum lá á Sørvági. Almenna vitjanin byrjar, tá kongaskipið kemur á Havnina í morgin klokkan 9.

Skráin fyri vitjanina hjá drotningahjúnunum í morgin er hendan:

Kl. 09.00 Verjuskipið ?Brimil? og danska verjuskipið ?Vædderen? fara í kongaliga fylgið undir leiðslu Jagtkaptajnen. ?Vædderen? heilsar við 27 skotum í Nólsoyarfirði, áðrenn farð verður á Havnina.

Kl. 09.15 Kongaskipið ?Dannebrog? leggur at á Bursatanga.

Kl. 09.30 Drotningahjúnini koma í land av ?Dannebrog? og verða heilsað vælkomin av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, Dan M. Knudsen ríkisumboðsmanni og Heðini Mortensen, borgarstjóra.

Kaj Leo H. Johannesen, løgmaður heldur røðu og rópar eitt níggju falda hurrá fyri drotningahjúninum.

Løgmanssynirnir Heini, Jákup og Jónas Holm Johannesen handa H.H. Drotningini blómur. Havnar Hornorkestur undir leiðslu av Ova Olsen ?Kong Christian? og ?Tú alfagra land mítt?. Kongaliga fylgið kemur í land og fylgja Drotningahjúninum og heilsa uppá Kaj Leo Holm Johannesen løgmann, Dan M. Knudsen ríkisumboðsmann, og Heðin Mortensen, borgarstjóra. Til staðar á avbyrgdum øki við móttøkuna eru føroysk og donsk embætisfólk. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Dan M. Knudsen ríkisumboðsmaður navnnevna embætisfólkini.

Drotningahjúnini spáka út í Tinganes saman við Kaj Leo Holm Johannesen løgmanni,Dan M. Knudsen ríkisumboðsmanni og Heðini Mortensen, borgarstjóra. Spákað verður eftir Eystaru Bryggju, Kongabrúnni og Mϋllers Brúgv.

Kl. 09.45 Løgmaður tekur ímóti í Tinganesi og navnnevnir landsstýrismanningina. Bjóðað verður kaffi, kransakaka og frukt.

Kl. 10.10 Fráferð Tinganes Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Dan M. Knudsen ríkisumboðsmaður og Heðin Mortensen borgarstjóri spáka saman við Drotningahjúninum niðan í Løgtingið. Spákað verður eftir Mϋllers Brúgv, Gongin, Áarvegur.

Kl. 10.15 Koma í Løgtingið

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður bjóðar vælkomin og heilsa verður uppá 1. næstformann Jógvan á Lakjuni, 2. næstformann Alfred Olsen og 3. næstformann John Johannesen og løgtingsstjóran Súsonnu Danielsen. Løgtingsformaðurin fylgir Drotningahjúninum til lobbyumráðið uppi á 1. hædd har løgtingsformaðurin bjóðar vælkomin, og drotningahjúnini heilsa uppá løgtingslimir. Bjóðað verður kaffi og kransakaka.

Kl. 10.50 Fráferð Løgtingið.

Kl. 10.58 Komið verður til Hoyvíkar kirkju. Uni Næs, dómpróstur og Jákup Símin Simonsen, formaður í meinigheitsráðnum taka ímóti. Elisabeth Holm Simonsen handar H.H. Drotningini blómur.

Uni Næs dómpróstur, og Jákup Símin Simonsen formaður í meinigheitsráðnum fylgja Drotningahjúninum inn í kirkjuna.Jógvan Fríðriksson, biskuppur tekur ímóti í kirkjuni.

Kl. 11.00 Guðstænasta

Kl. 12.00 Fráferð Hoyvíkar kirkja

Koyrt verður til Kongaskipið ?Dannebrog? eftir

Kl. 12.10 Komið verður til Kongaskipið ?Dannebrog?

Kl. 12.30 Fráferð Kongaskipið ?Dannebrog?

Kl. 12.40 Komið verður til Hoyvíkar kirkju Katrin Dahl, kirkjuráðslimur greiðir frá um kirkjuna

Kl. 12.45 Jógvan Fríðriksson, biskuppur bjóðar morgunmat í kirkjukjallaranum

Kl. 13.45 Fráferð Hoyvíkar Kirkju

Koyrt verður til skúlan á Løgmannabreyt

Kl. 13.55 Komið verður til skúlan á Løgmannabreyt

Heðin Mortensen borgarstjóri og Frú Hjørdis Mortensen taka ímóti drotningahjúninum. Heðin Mortensen, yngri handar H.H. Drotningini blómur.Borgarstjórin navnnevnir býráðslimir og embætisfólk sum eru hjástødd. Høgni Joensen, skúlastjóri greiðir frá um skúlan. Skúlin á Løgmannabreyt er prýddur við listarverkum eftir Edward Fuglø.Hann greiðir sjálvur drotningahjúninum frá verkunum. Árni Winther arkitektur er eisini hjástaddur. Gávuhandan.

Kl. 14.30 Fráferð skúlin við Løgmannabreyt

Koyrt verður til finleikahøllina ?Fimi?

Kl. 14.45 Komið verður til fimleikahøllina ?Fimi?.

Gunn R. Joensen, fimleikari handar H.H. Drotningini blómur.

Heðin Mortensen, borgarstjóri navnnevnir Dánjal Samuelsen, hallarleiðara og nevndirnar í Havnar Fimleikafelag og Ljósinum. Inni í høllini taka Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri ímóti og greiða frá bygninginum. Eisini verður fimleikaframsýning. Til staðar verða býráðslimir og starvsfólk .

Kl. 15.30 Fráferð fimleikahøllin ?Fimi?

Kl. 15.45 Komið verður til Kongaskipið ?Dannebrog?

Kl. 16.00 Handan av heiðursmerkjum umborð á Kongaskipinum ?Dannebrog?

H.K.H. Heindrikkur Prinsur

Kl. 14.30 Fráferð skúlin við ?Løgmannabreyt?

Koyrt verður til ?Sjósavnið?

Kl. 14.45 Komið verður til ?Sjósavnið?

Bjørki Geyti, stjóri tekur ímóti og hugt verður at ?Sjósavninum?

Kl. 15.15 Fráferð av ?Sjósavninum?

Koyrt verður til ?Reyða Kross?

Kl. 15.30 Komið verður til ?Reyða Kross?.

Súni Vinther, formaður tekur ímóti. Tove Leivsdóttir Andreasen handar H.K.H. Heindrikki Prinsi blómur. Greitt verður frá virkseminum hjá Reyða Krossi, og heilsað verður uppá sjálvboðin, sum arbeiða fyri Reyða Kross Føroya. Vitjanin endar við einum siglitúri við nýggja SAR‐ bjargingarbátinum ?Lív?.

Kl. 16.45 Bjargingarbáturin leggur at við Kongaskipið ?Dannebrog?

Drotningahjúnini

Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmaður heintar drotningahjúnini við fylgi av kongaskipinum ?Dannebrog?.

Koyrt verður til Hotel Føroyar.

Kl. 19.00 Komið verður til Hotel Føroyar.

Galladøgurði á Hotel Føroyum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Frú Jórun Johannesen taka ímóti.

Ásvør og Julian Vest Niclasen handa H.H. Drotningini blómur.

Klædnabúni: Tjóðarbúni/Myrk klæði.

Kl. 22.30 Fráferð Hotel Føroyar