Drotningin hugtikin av altartalvuni

Drotningin lýddi hugtikin á, tá Alex Sólstein greiddi frá listarligu søguni hjá altartalvuni í Christianskirkjuni í Klaksvík

Eftir vitjanina í Norðoyatunnlinum, gekk leiðin hjá kongshjúnunum yvir í Christianskirkjuna. Har tóku Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer, sóknarprestar, ímóti saman við kirkjutænarum og kirkjuráðslimum. Inni í kirjuni stóð kvinnukórið Suð til reiðar, og sungu tær tveir vakrar sálmar, áðrenn Alex Sólstein, sum júst hevur fingið riddarakrossin, byrjaði at greiða frá søguni hjá Christianskirkjuni og teimum ymsu kirkjulutunum.
Serliga hugtikin tóktist drotningin, sum jú sjálv er listakvinna, at vera, tá Alex, á sín serliga livandi hátt greiddi frá um stóru og sermerktu altartalvuna í Christianskirkjuni. Alex greiddi fyrst frá, hvussu hesin kalkmálningur á lørift varð til. Síðani hugleiddi hann eitt sindur um teir ímyndaligu týdningarnar í altartalvuni. Eisini nam hann við sjálvan arkitekturin í kirkjuni, sum er ein samanseting av ymsum serføroyskum bygningshættum.