Drotningin farin seinasta túrin

Heimskenda ferðamannaskipið Queen Elizabeth II er farin á sín seinasta túr Tann seinasta ferðin byrjaði í gjárkvøldið, tá Queen Elizabeth II fór úr Southampton í Bretlandi við kós ímóti Dubai í Miðeystri, har skipið skal umbyggjast til eitt flótandi hotell.

Fleiri túsund fólk vóru komin saman á havnarlagnum í Southampton at siga tí kenda skipinum farvæl.

Umleið 1.700 ferðafólk eru við á teirri seinastu ferðini, og eftirspurningurin hevur verið sera stórur, hóast tann dýrasta kahúttin kostar meiri enn 28.000 bretsk pund ella góðar 255.000 krónur.

Queen Elizabeth II kemur eftir ætlanini til Dubai tann 26. november.