Drotningin 77 ár: Óvæntað hending við Heindriki prinsi

Margreta drotning hevur føðingardag í dag og eru árini 77 ár í tali. Danskir miðlar og kongshússerfrøðingar hava gitt dúgliga um, hvørt Margreta drotning fór at fáa stuðul frá manni sínum hendan dagin ella ikki. 

 

 

 

Orsøkin er, at síðani prinsurin boðaði frá, at hann fór á pensjón, hevur hann verið ógvuliga svingandi í sínum stuðli til konu sína. Hann hevur ferðast, meðan almenn tiltøk hava verið á skránni og í heila tikið hevur hann tikið sær av løttum. Ein veruleiki, sum serfrøðingar meta leggja trýst á drotningina at takka fyri seg sum drotning av kongaríkinum. 

 

 

Les eisini: Danskur serfrøðingur: Nú nærkast endanum hjá Margrethu drotning

 

 

Tískil hevur verið umrøtt, um hesin dagurin fór at vera ein góður ella ringur dagur hjá drotningini. Men tá ið Margreta drotning og kongsfamiljan heilsaðu fólkunum uttanfyri Marselisborg Slot, var tað við Heindriki prinsi undir liðini á konu síni, skriva danskir miðlar í dag. Ekstra Blaðið skrivar, at Heindrikur prinsur vinkaði til fjøldina og stuðlaði konu og familju síni hesa løtuna.