Í sambandi við vígsluna vitjaði Ingrid drotning í Føroyum saman við mongum innbodnum gestum úr Danmark. Drotningin vitjaði eisini í Vágum, í Streymoy og í Nólsoy.
Myndin her er tikin á eini móttøku í Kvívík. Saman við Ingrid drotning eru Leif Groth ríkisumboðsmaður og Dánjal Pauli Danielsen landsstýrismaður. Jóannes Davidsen úr Kvívík heldur røðu.
Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1975