Løgmansskrivstovan boðar í dag frá, at hennara hátign Margretha Drotning og hansara kongaliga tign prinsgemalin koma á almenna vitjan í Føroyum í døgunum 15. juni til 19. juni. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.
Á skránni fyri vitjanini verður eitt nú vitja í Suðuroy, Skúvoy, Sandoy og í Havn, og skráin er løgd soleiðis til rættis, at kongaligu gestirnir fáa høvi at uppliva stórfignu náttúruna, serstøku mentanina og føroyskan mat, sum sagt verður í fráboðanini frá løgmansskrivstovuni.