Drotning varð flutt burtur

Beatrix drotning varð týsdagin flutt burtur, tá tiltak var fyri ársdagin hjá hollendsku frígeringini í 1945, tí at eitt fólk fór at skríggja.

Tá fjøldin stóð í friði eina løtu fyri tey, ið doyðu og mistu, tá annar heimsbardagin var, kom eitt eitt veldugt skríggj frá einum av luttakarunum, og fjøldin fór í panikk av tí sama.

 

Fleiri vórðu særd, og Beatrix drotningin varð flutt burtur. Fjøldin varð savnað í miðbýnum í Amsterdam, skrivar eb.dk.

 

Í apríl í fjør varð roynt at drepa hollendsku kongafamiljuna. Hóast tað ikki eydnaðist, doyðu fimm fólk.