Drotning Ingrid 100 ár

Sunnudagin 28. mars vóru 100 ár síðan drotning Ingrid var fødd.

Drotning Ingrid varð fødd sum svensk prinsessa, dóttir Gustav 6. kong í Svøríki og Margarethu krúnprinsessu.


Ingrid giftist Kronprins Frederik (IX) av Danmark tann 26. mai 1935 í Stokholm, og gjørdist drotning í Danmark í 1947, tá hann gjørdist danskur kongur. Tey fingu tríggjar døtur: Margrethe, sum er drotning í dag, Benedikte og Anne-Marie.


Fríðrikur 9. var føddur 11. mars 1899 og andaðist andaðist 14. januar 1972, 72 ára gamal.


Ingrid legði t.d. grundarsteinin til Drotning Ingridar barnagarð í Jóannesar Paturssonargøta í Havn í 1949. Drotning Ingrid andaðist 7. november 2000, 90 ára gomul.