Droppa pin-kotuna

Frá juli mánaði næsta ár verður ikki neyðugt við pin-kotu, tá keypt verður fyri minni enn 200 krónur við dankorti

Tøkniligu broytingarnar bera við sær, at næsta ættarliðið av gjaldskortum ikki nýtist at verða sett í nakran terminal. Ístaðin verður nóg mikið, at kortið bara verður hildið nær at terminalinum.

 

Samstundis verður nú boðað frá, at tá upphæddir undir 200 krónur verða goldnar við dankorti, verður ikki neyðugt at trýsta pin-kotuna inn.

 

Neyðugt verður tó við nýggja slagnum av kortum, um gjaldast skal uttan kotu, og nýggir terminalar skulu eisini til. Nýggju kortini koma í umferð, so hvørt sum gomlu kortini hjá brúkarunum ganga út.