Í gjár var eitt ferðsluóhapp, sum stóðst av at ein knallert og ein bilur numu leysliga við hvønn annan. Hevði tað verið tveir bilar var einki hent, men knallertin toldi ikki stoytin og fór av vegnum.
Knallertin rendi í ein garð og drongurin á knallertini varð sendur av henni og í ein lyktapela.
Ferðsluóhappið førdi við sær, at drongurin á knallertini varð sendur til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at einki álvarsamt hendi honum.
- Hetta er ein av teimum óhappunum, har eingin gjørdi nakað skeivt, men kortini var óheldið úti, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.