Drongur skjeyt foreldrini

Mánadagin skjeyt ein 13 ára gamal drongur í russiska býnum Talmenka foreldur síni, eftir at pápi hansara hevði bukað hann.

Drongurin hevur greitt løgregluni frá, at hann hevði fingið ringan karakter í skúlanum. Tað fekk øði í pápan, sum bukaði hann. Hetta var ikki fyrstu ferð, at hetta var hent, men hesaferð var pápin harðligari, enn hann plagdi at vera, hevur drongurin greitt frá. Morgunin tók hann byrsuna hjá pápanum, sníkti seg inn í kamarið, har foreldrini svóvu, og skjeyt tey. Undir avhoyringunum segði drongurin, at hann hevði ætlað at tveta líkini í eina á, men tá hann ikki orkaði at draga tey út úr húsunum, fjaldi hann tey í einum skápi. Tá 26 ára gamla systir hansara kom at vitja um kvøldið, fann hon líkini.

Russisku myndugleikarnir siga, at løgreglan viðgerð málið sum eitt drápsmál, men at tað er ikki vist, at drongurin verður ákærdur fyri dráp. Hann skal mentalkannast, áðrenn støða verður tikin, siga myndugleikarnir.