Drongur fongslaður fyri neyðtøku

Fyrradagin varð ein 19 ára gamal drongur fongslaður fýra vikur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu um fjøruti ára aldur triðja páskamorgun

John Johannessen


Kriminalløgreglan hevur sett tveir mans av til at kanna eitt neyðtøkumál, ið fór fram í eini íbúð í Havn triðja páskamorgun. Talan er um ein 19 ára gamlan drong, sum skal hava neyðtikið eina kvinnu um fjøruti ára aldur.

Drongurin varð fyrradagin fyribils fongslaður í fýra vikur, meðan kanningarnar fara fram. Løgreglan sigur, at nógv er at kanna í málinum, men hon væntar at vera liðug við kanningararbeiðið áðrenn ungi maðurin skal fyri rættin 24. mei.