Um vikuskiftið var Marner Djurhuus av Morskranesi við í innadura ungdómskappingini um danmarksmeistaraskapin í renning.
Hann rann í bólkinum fyri 16 og 17 ára gamlar dreingir og úrslitið má sigast at vera framúr.
Marnar Djurhuus endaði nevniliga ovast á sigursskamlinum, tí hann vann kappingina við tíðini 9.00.47 minuttir.
Nummar tvey rann í tíðini 9.02.06 minuttir.
Eisini Rebekka Fuglø var við í kappingini og hon rann somuleiðis 3000 metrar.
Tað endaði við, at hon varð nummar tvey við tíðini 10.36.42 minuttir, har nummar eitt hevði tíðina 10.32.52 minuttir og tað verður mett at verða eitt serstakliga gott úrslit.
Í fjør var Rebekka annars danskur meistari í 800 metrum, men hesuferð gav hon avboð til kappingina á 800 metrum.
Heimasíðani hjá Treystinum, haðani eisini myndin er, staðfestir, at Marner er sera væl fyri í løtuni.
Hinvegin hevur Rebekka verið darvað av einum lítlum skaða.