Í gjár varð grind hildin til í Hvannasundi, men tað fekk ein heldur dramatiskan enda. Grindamenn varnaðist eina dronu, sum fleyg uppi yvir grindadrápinum og ein maður gjørdi ikki mætari enn at skjóta hana niður við høglbyrsu. Tað var ein útlendingur, sum átti dronuna og hann meldaði sjálvur tilburðin.
Løgreglan sigur, at fyribils er einki, sum bendir á, at maðurin, sum átti dronuna, hevur tilknýti til Sea Shepherd, ella nakran annan umhvørvisfelagsskap. Men nú eru tey farin undir kanningar í málinum, og tær eru rættiliga umfatandi.
Í hesum sambandi skal støða takast til um skjúttin skal skuldsetast fyri at hava skotið dronuna niður og spurningurin er eisini um hann verður skuldsettur fyri at hava sett trygdina hjá øðrum í vanda tá ið hann skeyt. Løgreglan skal eisini kanna um maðurin, sum átti dronuna, hevði fingið øll síni viðurskifti við loyvum til dronuflúgving, í rættlag og kannast skal eisini, hvønn bólk hendan dronan hoyrir til, tí krøvini eru ymisk, alt eftir, hvussu stór dronan er.
Og harafturat er støðan tann í grindadrápi, at eitt ávíst øki rundan um drápi, er grindaøki, har eingin óviðkomandi hevur loyvi at vera – og tað umfatar eisini loftrúmið oman fyri grindadrápið upp í eina ávísa hædd.
Løgreglan sigur, at alt hetta eru viðurskifti, sum nú verða kannað.











