Í kvøld var so tvær tær seinastu av fyrru 1/8-finalunum í Champions League. Chelsea er á vitjan í Turkalandi, meðan týska Schalke 04 fær vitjan av Real Madrid.
Í fleiri ár var Didier Drogba álitið í álopinum hjá Chelsea, har hann vann bæði meistaraheitið og Champions League fyri London felagið. Nú skal Didier Drogba saman við nýggja felagnum, turkiska Galatasaray, spæla móti júst Chelsea og góða vinmanninum, José Mourinho.
Chelsea eru geiðir favorittar at fara víðari. Venjari hjá Galatasaray er Roberto Mancini, sum er fyrrverandi venjari hjá Gunnari Nielsen í Manchester City. Hann heldur fyri, at hansara menn hava bara ein 20 prosents møguleika fyri at koma víðari.
Hin 1/8 finlan er millum Schalke 04 og Real Madrid, sum nú er einsamalt oddalið í La Liga. Real Madrid spælir ikki beinleiðis dreymafótbólt í ár, men tað gongur ótrúliga væl við at fáa stig til høldar. Eins og Chelsea, so eru Cristiano Ronaldo og hansara menn favorittar at koma víðari.
Champions League – 1/8 finalur:
Í dag:
Galatasaray – Chelsea (19.45)
Schalke 04 – Real Madrid (19.45)
Í gjár:
Olympiakos – Manchester United (1-0) 2-0
1-0 Alejandro Dominguez, 38
2-0 Joel Campbell, 54
Zenit – Borussia Dortmund 2-4 (0-2)
0-1 Henrik Mkhitaryan, 4
0-2 Marco Reus, 5
1-2 Oleg Shatov, 54
1-3 Robert Lewandowski, 61
2-3 Hulk, 69 br
2-4 Robert Lewandowski, 71