Drogba fyri Torres

Ensku stórfeløgini standa í bíðirøð eftir undirskriftini hjá spanska Fernando Torres. Leingi hevur ljóðað, at 22 ára gamli áleyparin er maðurin, sum skal loysa Ruud Van Nistelrooy av í Manchester United, men nú vil Chelsea eisini upp í leikin. Roman Abramovich hevur nú sagt, at hann vil geva meira, enn nakað boð hjá Manchester United kann ljóða uppá. Og seinasta tilboðið sigur, at Chelsea vil lata Didier Drogba umframt eina rúgvu av peningi til Atletico Madrid. Eisini hevur í seinastuni ljóðað, at Milan vil hava fatur á Torres, nú Shevchenko er farin til Chelsea.