Dróg út at fáa sangskattin á fløgu

Við hjálp frá Gissuri Patursson eru plátur hjá Nikodemussangbólkinum loksins komnar á fløgu

Pláturnar "Meistarans hond" frá 1971, "Hann legði í munn mín ein nýggjan song" frá 1977, "Barnaminnir" frá 1980 hjá Nikodemussangbólkinum, og plátan "Ymiskt á leiðini" hjá M.C. Restorff frá 1988 hava ikki verið tøkar á fløgu fyrrenn nú.

 

M.C. Restorff sigur, at hann hevur ikki gjørt so nógv sjálvur, fyri at fáa hendan sangskattin út.  Hann gevur tónleikaentusiastinum, Gissuri Patursson æruna fyri, at hesar gomlu pláturnar nú eru fløgutøkar.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt longri prát við M.C. Restorff um hesar fýra útgávurnar. Í ljóðbrotinum hoyrast eisini stutt brot av sangum, sum eru á hesum fýra plátunum.

 

Prátið er 27 minuttir til longdar, og tí er týdningarmikið, at tann bláa strikan verður lisin inn fyrst, áðrenn byrjað verður at lurta.