Á Páskum eru tað mong, sum fara í kirkju at hoyra prest prædika um Jesu deyða og uppreisn. Hetta ber sjálvsagt ikki til í hesum døgum - heldur ikki í Danmark. Har hava tey tó skipað fyri eini heldur annarleiðis guðstænastu, sum skal vera páskadag 12. apríl klokkan 14.
Tað eru fleiri kirkjur og samkomur, sum saman hava skipað fyri tiltakinum.
Hetta er at gera meir burturúr enn at stroyma guðstænastuna á netinum ella vísa hana í sjónvarpinum, tí her er talan um eina sokallaða drive-in guðstænastu, har luttakarar hvør í sínum lagi koyra til flogvøllinum í Ålborg og halda guðtænastu har uttan at fara úr bilum sínum. Flogvallurin hevur sett fleiri parkeringsbásar av til guðstænastuna, sum óivað verður størsta guðstænasta, sum nakrantíð hevur verið hildin í norðurjútlandi, skrivar miðilin migogålborg.
– Vit vóru nøkur, sum saknaðu at síggja hvønn annan. Felagsskapurin skal ikki bert vera virituelt men eisini konkret, sigur Jonas Holdensen, talsmaður fyri tiltakinum.
– Kirkjubygningarnir hjá okkum standa tómir - og sama dag hátíðarhalda vit, at grøv Jesusar stóð tóm. At vit hittast á einum øðrum staði enn vanligt er er bara fínt, sigur Jonas Holdensen eisini.
Tey, sum koyra til guðstænastuna 12. apríl í Ålborg vera sitandi í bilum sínum og lurta eftir prædikuni á útvarpinum í bilinum og á stórskíggja.











