Drive-IN bingo á Flúgvarabedingini

Tíðindaskriv

Í morgin, sunnudagin 22. juni, hava FSV-Stuðlar Drive-In bingo á Flúgvarabedingini. Skipað verður fyri á tann hátt, at tølini verða lisin gjøgnum sendara, soleiðis at bingospælararnir fáa tølini gjøgnum bilradiotólið.
Byrjað verður so smátt kl 18 við at selja blokkar o.a. og ímeðan riggað verður til, verður tónleikur úr Vágum at hoyra.
Sjálvt bingospælið byrjar kl. 17.00 og fer fram sum vanligt. Bert er tann munur, at ístaðin fyri at rópa "BINGO", so verður trýst á bilfloytuna, og »útrykningsljósini« verða nýtt fyri at gera vart við seg.
Í steðginum fer Sámal Ravnsfjall at undirhalda við sangi og tónleiki. Møguleiki verður fyri at keypa sær eina sodavatn ella ein kaffimunn við vaflum og skuffukøku afturvið. Lutaseðlar verða eisini seldir við góðum vinningum, har høvuðsvinningurin er ein flogferð fyri tvey við Atlantic Airways.
Nú er so ómakaleyst at koma vestur í Vágarnar, so hví ikki gera eina útferð vestureftir sunnudagin og enda túrin við bingospæli í sera nátturuvøkrum og friðsælum umhvørvi, siga FSV-stuðlar, sum heilsa øllum hjartaliga vælkomnum.