Drillo verður venjari árið út

Nú er staðfest, at norska venjaralegendan, Egil ?Drillo? Olsen verður norskur landsliðsvenjarin. Hetta váttar umboðsmaðurin hjá Drillo, Gunnar Martin Kjenner: - Eg kann staðfesta, at vit eru lidnir at samráðast um ein sáttmála, sum er galdandi til 1. desember. Altso til HM-undankappingin er liðug. Segði Kjenner við norska TV2. - Alt í hesum sáttmálanum er liðugt. Har manglar bara ein undirskrift.

 

15. januar varð Drillo settur í fyribils starv, sum venjari hjá norska fótbóltslandsliðnum. Hann skuldi taka sær av venjingardystunum ímóti Týsklandi, sum Noreg vann 1-0, og dystunum ímóti Suður-Afrika og Finnland, sum verða 28. mars og 1. apríl. Tá staðfesti norska fótbóltssambandið, at teir framvegis leitaðu eftir einum nýggjum landsliðsvenjara at taka við, aftaná Åge Hareide, sum legði frá sær ífjør.

 

Møguleikan at leita eftir nýggjum landsliðsvenjara hevur norska fótbóltssambandið framvegis, sjálvt um ein sáttmáli við Drillo, sum er galdandi til 1. desember liggur á borðinum.

 

Sjálvt um tað skuldi hent, at Noreg vinnur seg í HM-endaspælið í 2010, so má Drillo til nýggjar samráðingar við norska fótbóltssambandið í desember. Men sum umboðsmaðurin hjá Drillo, Gunnar Martin Kjenner staðfestir: - Tann tíð, tann sorg.