Drillo fingi sekkin

Norski Egil »Drillo« Olsen noktaði her fyri at fara í kurdiska økið at venja landsliðsspælarar sínar í Irak, har hann er venjari. Sjálvur hevur Drillo ikki fingið nøkur boð síðani hetta, men alment er tó sagt, at venjarin hevur fingið sekkin. – Eg eri biðin at ansa mær, tí tað er ikki trygt at ferðast í kurdiska økinum. Fótbóltssambandið hevur alla tíðina kent mína støðu um hetta, so um tað skal vera orsøkin til mína uppsøgn, so..., sigur Drillo, sum tykist taka uppsøgnina ógvuliga róligt.