Lars Olsen, landsliðsvenjari, tók í dag út hópin til landsdystin hjá Føroyum móti Grikkalandi.
Millum úttiknu spælararnar, eru tveir, sum ikki áður hava verið á føroyska landsliðnum, Árni Fredriksberg úr NSÍ og Heini Eysturoy úr B36.
- Hetta er ein dreymur, sum blívur veruleiki, so tað er øgiliga stuttligt at sleppa at spæla við teimum stóru dreingjunum, segði Árni Fredriksberg millum annað, tá Tróndur Arge fekk orðið á hann í FSF-húsinum í morgun.
Hoyr samrøðuna við Árna Fredriksberg, við at trýsta á pílin undir myndini.