Dagligi leiðarin á Blákrossheiminum hevur nú fingið karmarnar til at menna, eftirmeta og góðskutryggja arbeiðið hjá Bláa Krossi. Olga Magnussen hevur verið leiðari á Blákrossheiminum í 12 ár. Í gjár flutti hennara arbeiðspláss úr Lynggøtu í Havn inn í eitt spildurnýtt viðgerðarheim á Nesi.
Nýggja Blákrossheimið er bygt til nútíðarinnar tørv, eitt nú hevur hvør brúkari sítt egna kamar, umframt at pláss er til tey viðgerðartilboð, ið Blái Krossur bjóðar.
– Tað hevur eisini týdning fyri okkara brúkarar at tey fáa møguleika at trekkja seg aftur í friðsælu. Nú kunnu vit bjóða teimum hvør sítt kamar, sigur Olga Magnussen, sum samstundis vísir á vøkru og friðsælu náttúruna á Nesi og í økinum har á leið.
– Í Havn møtir man sjálvandi nógv av teimum, sum man tímir at møta. Men man møtir kanska eisini nógv av teimum, sum man ikki tímir at møta. Her á Nesi hava vit náttúruna, sigur Olga Magnussen smílandi.
Dagligi leiðarin á Blákrossheiminum hevur sett sær fyri at menna viðgerðartilboðini. Partur av tí er at seta í verk eina skipaða eftirmeting og góðskutrygging av tí arbeiði og viðgerð, ið Blákrossheimið bjóðar.
– Vit royna og halda sjálvandi, at vit gera tað rætta í dag. Men vit hava tørv á at góðskutryggja okkara arbeiði. Vit skulu gera meira við at prógva virðið í okkara arbeiði, sigur Olga Magnussen.
Umframt rúsdrekka- og rúsevnisviðgerð, har fólk búgva inni á heiminum eitt tíðarskeið, bjóðar Blákrossheimið eisini ambulanta viðgerð, har fólk møta til samtalu einaferð um vikuna ella møta um morgunin og vera á heiminum til um kvøldið.
Hoyr samrøðu við Olgu Magnussen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
Frants Jensen: Søguligur dagur fyri Bláa Kross
Petur Jacob Petersen: Vælvildin bar okkum ígjøgnum
Sí myndir frá vígsluni av Blákrossheiminum við at TRÝSTA HER.