Dreymurin er eitt frystilínuskip

- At byggja nýtt er ein stór íløga, men vit vita, at ein frystilínubátur hevur nógvar fyrimunir, sigur Eyðvarður Petersen, línuskipari.

- Vit hugsa og nógv spyrja. Enn er hetta ongan veg komið, sigur skiparin, Eyðvarður Petersen.

Ísfiskalínuskipið Sandshavið fiskaði í fjør fyri 16,4 miljónir krónur, sum er besta árið hjá skipi og manning, síðan sandoyingar keyptu línuskipið í februar mánaði í 2011.

Ein orsøk til góðu gongdina hjá ísfiskalínuskipunum er, at fiskiskapurin undir Føroyum er batnaður, og at skipini í størri mun er sloppin at fiska í íslendskum og grønlendskum sjógvi.

Í fjør eydnaðist tað nevniliga fleiri føroyskum línuskipareiðaríum at gera privatar avtalur við grønlendsk feløg um royndarveiði í Eysturgrønlandi.

- Hetta samstarv byrjaði á sumri í 2014, tá vit sum fyrsta føroyska reiðaríið fingu í lag avtalu við Royal Greenland um royndarveiði. Í fjør summar fylgdu fleiri reiðaríir okkum eftir og fingu eisini í lag líknandi avtalur.

Tað sigur Eyðvarður Petersen, skipari á Sandshavinum, sum vísir á, at teir vóru í Grønlandi bæði á sumri í 2014 og 2015.

Skiparin á Sandshavinum dylur ikki, at dreymurin hjá honum er eitt frystilínuskip, men hann ásannar, at ivasamt er, hvussu verður við hesum.

- Jú, vit hugsa, og nógv eru tey, sum spyrja. Enn er hetta ongan veg komið. Men, tað er eingin loyna, at dreymurin er ein nýbygningur - ein frystilínubátur - við góðum fasilitetum til manningina, ið er ein treyt fyri, at menn trívast.

Eyðvarður Petersen ásannar, at slík nýbygging er ein stór íløga, men hann veit eisini, at ein frystilínubátur hevur nógvar fyrimunir.

- Vit kunnu bara taka Kamb, sum hevur fingið eina minni umbygging, soleiðis at teir kunnu frysta. Hesin møguleiki hevur tvífaldað veiðivirðið hjá skipi og manning, leggur skiparin á Sandshavinum aftrat.