Á middegi í morgin verður lutur drigin um, hvørji lið skulu hittast í EM undankappingini, sum tað verður farið undir í vár. Lutakastið verður í Dublin.
Undan øllum undankappingum, síðani Føroyar fyrstu ferð luttóku í undankapping í 1991/1991, hevur verið tosað um og vónað, at Ongland og Føroyar fóru at enda í sama bólki.
Higartil hevur tað ongantíð lagað seg soleiðis, at Ongland og Føroyar hava verið í sama bólki.
Føroyar hava verið í bólki saman við øllum hinum fótbóltstjóðunum í bretsku oyggjunum – Skotlandi, Wales, Norðurírlandi og Írlandi. Men Føroyar hava ikki enn verið í bólki saman við Onglandi.
Umframt ynski um, at luturin skal verða soleiðis, at Føroyar og Ongland vera í sama bólki, so er dreymurin, at Føroyar skulu enda í bólki við seks liðum og harvið saman við einum liði, sum á pappírinum er veikari enn føroyska liðið.
Undan lutakastinum í morgin er tað greitt, at tað ber ikki til hjá Føroyum bæði at enda í bólki saman við Onglandi og í bólki við seks liðum.
-Ongland, Portugal, Sveis og Niðurlond, sum vunnu A bólkarnar í fyrstu Nations League kappingini, kunnu bara vera í bólkum, har tað eru fimm tjóðir, vísir Ivan Eginsson Eysturland á. Hann fylgir ógvuliga væl við landsliðsfótbólti kring allan heimin og kennir harvið ásetingarnar kring lutakastið á middegi í morgin.
Ein onnur áseting, sum Ivan Eginsson Eysturland vísir á er áhugaverd, sigur, at tað ber ikki til, at fleiri enn tvær av fótbóltstjóðunum, har sannlíkið er stórt ella miðal fyri, at vetrarveðrið kann spæla fótbóltinum eitt puss, kunnu vera í sama bólki.
Í hesum sambandi verður hugsað um Hvítarussland, Estland, Føroyar, Finnland, Ísland, Litava, Noreg, Russland og Ukreina.