Dreymurin er at síggja undir basaltið

Nú Agip er við í 9 ára loyvum, sum fevna um økið við basalti spurdu vit Luca Dragonetti hjá Agip, hvørjar vónir hann hevur til at finna olju undir basaltinum?

Oljuleiting

-Dreymurin er at finna eitt geofysiskt amboð, sum kann hjálpa okkum at síggja, hvat er undir basaltinum. Vit gera okkara besta fyri at loysa hesa gátuna ella knút. Og tað gera øll hini feløgini eisini.

Agip hevur verið rættiliga virkið vestan fyri Hetland, men er farið burtur úr fleiri loyvum og er farið at raðfesta føroyska økið meira á øllum Atlantsmótinum. Vit eru sera errin av at vera ein av teimum fýra operatørunum á føroyska landgrunninum, og eg eri sera errin sjálvur at vera her.

Luca sigur, at teir fara at bora miðjan juni næsta ár. Nú skal nógv pappírsarbeiði gerast. Boriskipið Belford Dolphin skal bora brunnin. Luca er sera fegin um, at tað bleiv eitt boriskip, tí hann hevur sjálvur arbeitt umborð á slíkum.

-Agip fer annars at brúka føroyskar veitarar í tann mun tað er møguligt og skilagott. Nú teir hava gjørt avtalu við Fred Olsen Energy um boriskip er tað upp til teir, hvørjar undirkontraktarar teir vilja brúka. Men felagið er eisini vitandi um, hvørjar treytir føroyskir myndugleikar seta til kontraktørfeløgini.

Agip fer at gera alt fyri at ganga ynskjunum hjá føroyskum myndugleikum á møti og vil tryggja, at tað teir gera í Føroyum er í tráð við reglur um trygd og umhvørvi.